24. apríl kom Magnus Heinason aftur av blálongutúri. Fyribilsúrslitini geva ábending um, at tað er ikki nógv at fáa av blálongu. Eisini var lítið funnið av gýtandi blálongu á túrinum, men nógv var funnið av útgýttum fiski og fiski nær gýting. Hetta týðir uppá at blálonga gýtir í føroyskum øki.
Magakanningarnar vístu, at blálongan fyri tað mesta hevði etið svartkjaft, men eisini nakað av rækju og høgguslokki.
Les túrfrágreiðingina her.