24. Apr. 2018

Tekna havið

 

Nú kunnu børn vera við í altjóða teknikapping um havið.

 

Tað er felagsskapurin EurOcean, sum bjóðar børnum og ungum upp til 17 ár til teknikapping. Tá tú velur tær myndaevni, skulu hesir spurningar havast í huga:

 

• Hvussu sært tú havið fyri tær í framtíðini?

 

• Hvønn týdning hevur havið fyri teg?

 

Les um treytir, freistir og nærri kunning á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum.