15. Mars. 2018

Hvítingsbróður og nebbasild í fiskamagum

 

Minni var at fáa av toski og upsa, í mun til sama túr í fjør, men nøgdin av hýsu var umleið tann sama. Hinvegin var meir at fáa av hvítingsbróðri í øllum higartil kannaðum økjum.

 

Fiskurin er væl fyri, og nógv nebbasild og hvítingsbróður eru í fiskamagunum.

 

Endaligu úrslitini verða klár, tá seinna vár-yvirlitstrolingin á Landgrunninum er lokin, tann 21. mars.

 

Les meira um túrin her.