19. Feb. 2018

Framløgudagur hjá Fiskivinnuroyndum

 

Føstulávintsmánadag, 12. februar 2018, høvdu Fiskivinnuroyndir sín árliga framløgudag á Hotel Føroyum, har greitt varð frá um verkætlanir, ið Fiskivinnuroyndir hava stuðlað. Evnini fevndu víða, heilt frá kanningum av tilfeingi og royndum við fiskireiðskapi , til góðskuoptimering, virðisøking og marknaðarføring.

 

Eisini greiddi stjórin á íslendska stovninum Matís frá um teirra arbeiði við virðisøking og gav góð ráð um, hvussu tann nýggi Fiskivinnugrunnurin kann skipa sítt arbeiði.

 

Íalt 12 verkætlanarleiðarar greiddu frá sínum verkætlanum. Teirra millum vóru trý starvsfólk frá Havstovuni. Teirra framløgur kunnu síggjast niðanfyri.

 

Helga Bára Mohr Vang: Leikluturin hjá djóraæti í atferð hjá makreli og tilgongd av toski á Landgrunninum. 

 

Lise Helen Ofstad: Lívfrøði og fiskiskapur av blálongu undir Føroyum (2016-18). 

 

Ian Salter: A complimentary approach to Atlantic Cod stock assessment on the Faroe Bank using environmental DNA samples (Ein lovandi háttur at meta atlantstoskastovnin á Føroyabanka við at nýta umhvørvis-DNA).