04. Jan. 2018

Fingið merktan skrubbháv

 

23. oktober 2017 fekk Havstovan ein merktan skrubbháv frá trolaranum Suðringi.

 

Hesin skrubbhávur varð merktur í Spania 24. december 2014, á positión 43°40N og 04°24W. Dýpið var 1060 metrar. Hann var tá 116 cm langur og vigaði 7,5 kg.

 

Tann 8. september 2017 varð hesin skrubbhávur fingin aftur vestur av Føroyabanka á positión 60°55N og 10°02W. Dýpið var 900 metrar. Nú hann varð fingin aftur, var hann 119 cm langur og vigaði 8,5 kg. Talan var um ein rognafisk. Í maganum var bert sevja.

 

Skrubbhávur er ikki ókendur undir Føroyum, men hetta er fyrstu ferð, vit hava fingið merktan skrubbháv.