Aftrat vanliga arbeiðinum arbeiðir Havstovan við fleiri verkætlanum. Summar av hesum ger stovnurin einsamallur, meðan aðrar verða framdar í samstarvi við føroyskar ella útlendskar granskingarstovnar. Verkætlanirnar eru oftast heilt ella partvís fíggjaðar uttan fyri Havstovuna. Niðanfyri er í stuttum greitt frá um verkætlanirnar, sum eru í gongd í løtuni.

 


Faroese Monitoring (FARMON)

 

Áramál: 2017-2019

 

Fígging: Dancea (Energistyrelsen)

Luttakarar á Havstovuni: Karin Margretha H. Larsen (verkætlanarleiðari), Bogi Hansen, Hjálmar Hátún, Regin Kristiansen, Ebba Mortensen

 

Endamál: FARMON hevur trý høvuðsendamál:

  • Framhaldandi at máta tað djúpa kalda rákið í Bankarennuni, sum er ein høvuðsæðr í rákinum í Heimshøvunum.
  • Framhaldandi at máta flutningin av heitum Atlantssjógvi í Føroyastreyminum norðan fyri Føroyar. Serliga at kanna rákið inn móti Landgrunninum við tí endamáli at knýta tað til mátingar frá satellittum, so at satellittmátingarnar kunnu gagnnýtast betur. Harumframt verður útgerð til at máta dýpið á markinum millum heitan og kaldan sjógv lænt frá Universitetinum í Hamburg og løgd út á skurðin tvørtur um Føroyastreymin. Við tí fæst væntandi eitt neyvari mát fyri, hvussu nógvur heitur sjógvur ferðast úr Atlantshavinum inn í Norskahavið.
  • At gera streymmátingar á Fugloyatunguni fyri at kanna, hvussu stórur partur av Føroyastreyminum rekur inn í Hetlandsrennuna, og hvussu nógv fer beina leið inn í Norskahavið. Hendan sundurgreiningin hevur týdning fyri, hvussu nógvur Atlantssjógvur røkkur heilt norður í Íshavið.

Leikluturin hjá djóraæti í atferð hjá makreli og tilgongd av toski á Landgrunninum

 

Áramál: 2017

 

Fígging: Fiskivinnugransking

 

 

Luttakarar á Havstovuni: Helga Bára Mohr Vang (verkætlanarleiðari), Eilif Gaard, Hjálmar Hátún, Jan Arge Jacobsen, Sólva Jacobsen

 

Endamál: Høvuðsendamálið við verkætlanini er at kanna djóraæti á føroyska landgrunninum, fyri m.a. at skilja 

  • hvussu nógv av djóraæti er uttan og innan fyri Landgrunnin frá apríl til september og samansetingina av ymisku sløgunum
  • atferðina hjá makreli í mun til nøgdina av djóraæti, og hví hann viðhvørt kemur inn á Landgrunnin í stórum tali
  • um tann ójavna tilgongdin av toski er tengd at nøgdini av djóraæti, ið rekur inn á Landgrunnin

 Bæði samanseting av ymsum sløgum og búningarstig av reyðæti skal kannast so ofta sum møguligt gjøgnum vakstrarárið (apríl-august), sum er tað tíðarskeiðið, tá reyðæti er uppi í sjónum. Harumframt skal kannast, hvør munurin er á útbreiðslu og nøgd av djóraæti ígjøgnum hetta tíðarskeiðið frá opnum havi inn á innara Landgrunnin.


Blue-Action: Arctic impact on weather and climate

 

Áramál: 2016-2020

 

Fígging: Horizon2020

 

 

Luttakarar á Havstovuni: Karin Margretha H. Larsen, Hjálmar Hátún, Bogi Hansen

 

Endamál: At menna førleikarnar at lýsa, modellera og framsiga veðurlagsbroytingar í Arktis og teirra ávirkan á veðurlag og veður á norðaru hálvu, íroknað ógvusligt veður, eins og at veita gagnliga veðurlagstænastu til samfelagsligan ágóða”. At náa hesum máli er fokus sett á bæði hav og luft, og hvussu hesi ávirka veðurlagið í Arktis. Somuleiðis skal kannast, hvussu veðurlagið í Arktis ávirkar veðrið í t.d. Europa. Parturin hjá Havstovuni verður, saman við øðrum granskingarstovnum m.a. at kanna, hvussu broytingar í hitaflutninginum í Føroyastreyminum ávirka Arktis og at greina tað djúpa rákið tvørtur um Íslandsryggin, hetta fyri at betra veðurlagsmodel. Tilsamans 40 stovnar og feløg úr londum kring Atlantshavið, tó serliga Europa, eru við í hesi verkætlan, har av 32 fáa stuðul úr H2020. Verkætlanin verður stýrd úr Danmark av Danmarks Meteorologiske Institutt.

Les meira her.


Western Valley OverfloW (WOW)

 

Áramál: 2016-2018

 

Fígging: Dancea (Energistyrelsen)

 

 

Luttakarar á Havstovuni: Karin Margretha H. Larsen, Bogi Hansen, Regin Kristiansen, Ebba Mortensen

 

Endamál: WOW er eitt samstarv millum Havstovuna og Dansk Meteorologisk Institutt (DMI), har endamálið er at máta yvirflot av køldum sjógvi frá norðurhøvum suður í Atlantshav gjøgnum tað vestasta skarðið á Íslandsrygginum – hetta skarðið verður nevnt Western Valley. Hesar mátingar skulu brúkast til at betra um simuleringar í verðurlagsmodellum av rákinum tvørtur um Íslandsryggin sum heild, soleiðis at neyvari metingar fáast av varmaflutningi móti Arktis.
Les meira


Optimizing and Enhancing the Integrated Atlantic Ocean Observing System (AtlantOS)

 

Áramál: 2015-2019

 

Fígging: Horizon2020

 

 

Luttakarar á Havstovuni: Karin Margretha H. Larsen, Hjálmar Hátún, Bogi Hansen, Leon Smith og Jan Arge Jacobsen

 

Endamál: Høvuðsendamálið við AtlantOS er at sameina eina ørgrynnu av mátingum í Atlantshavi. Hesar mátingar eru bólkaðar í nakrar høvuðsbólkar. Havstovan er við í bólkunum “Fisheries and zooplankton observations”, sum er data frá uppsjóvartúrum, og “OceanSITES transport”, sum er hita og streymmátingar. AtlantOS verkætlanin fíggjar eisini oxygenmátarar at seta á nakrar av streymmátarunum hjá Havstovuni og okkara samstarvsfeløgum í NACLIM-verkætlanini. Tilsamans 63 granskingarstovnar úr londum kring Atlantshavið, tó serliga Europa, eru við í hesi verkætlan. Verkætlanin verður stýrd av havfrøðistovninum GEOMAR í Kiel.
Slóð: http://www.atlantos-h2020.eu


Ecology and production of Calanus finmarchicus in relation to environmental conditions in the southern Norwegian Sea

 

Áramál: 2013-2018

 

Fígging: Danska stjórnin og Felagið Nótaskip

 

 

Luttakari á Havstovuni: Inga Kristiansen

 

Vegleiðarar: Høgni Debes, Eilif Gaard og Sigrún Jónasdóttir

 

Endamál: PhD-verkætlanin “Ecology and production of Calanus finmarchicus in relation to environmental conditions in the southern Norwegian Sea” hevur til endamáls at kanna reyðæti (Calanus finmarchicus) í havøkinum norðan fyri Føroyar (mynd 1). Reyðæti er høvuðsføði hjá teimum stóru ferðandi stovnunum av makreli og sild (og partvís eisini svartkjafti) og er beinleiðis orsøkin til at hesi fiskasløgini koma í føroyskan sjógv í stórum tali um várið og summarið. Broytingar í pelagisku vistskipanini í Norðurhøvum hevur havt við sær, at hesir stóru fiskastovnar nú kappast í størri mun um somu føði.
Les meira