04. Juli. 2017

Vevmyndir úr lundaholum

 

Aftur í ár er møguleiki at fylgja við á internetinum, hvussu lundarnir trívast í 7 lundareiðrum í Skúvoynni og hvussu nógvur lundi er í lundalandinum. Lundareiðrini eru øll sama slag og bygd úr plastikkrørum. Í hvørjum reiðri stendur eitt kamera við sambandi til eina teldu, sum varðveitir upptøkurnar. Føroya Tele hevur stuðlað við internetsambandinum.

 

Havstovan hevur í nógv ár kannað støðuna hjá sjófuglinum. Slakar tvær milliónir pør av sjófugli eiga í Føroyum. Tá ið ungfuglurin er roknaður við, eru eini fimm milliónir fuglar undir Føroyum á sumri og harafturat koma so pisurnar. Allur hesin fuglur fær sína føði úr sjónum og er tí ein partur av vistskipanini í havinum. Ein betri vitan, um hvussu sjófuglurin trívist, er tí eisini ein betri vitan um, hvussu stendur til í havumhvørvinum.

 

Vevmyndir úr lundaholunum síggjast her.