26. Juni. 2017

Nøgdirnar av norðhavssild minka framvegis

 

Nøgdirnar av norðhavssild í felags kanningunum 2017 vóru 23% minni í ár enn í fjør. Hetta er á sama stigi sum 2012 og 2014.

 

Í mai mánaði var Magnus Heinason saman við fýra øðrum skipum og gjørdi silda- og svartkjaftakanningar í Norðurhøvum. Úrslitini frá hesum kanningum verða brúkt í stovnsmetingunum seinni í ár.

 

Minkingin í sildastovninum er í høvuðsheitum orsakað av vánaligari tilgongd síðani 2004. Árgangurin frá 2009 er hampiligur, og tekin eru um, at 2013 árgangurin kann fara at vera ein miðalgóður árgangur.

 

Meira var at síggja av djóraæti enn undanfarnu árini, og sjógvurin var sum heild heitari samanborið við miðal fyri seinastu 20 árini.