26. Apr. 2017

Bogi í KVF og NLH um veðurlagsbroytingar

 

Í kvøld er Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni, gestur í sjónvarpssendingini “25 minuttir”, har hann greiðir frá um veðurlagsbroytingar. Kári Sólstein er vertur í sendingini, og hon byrjar kl. 19:00.

 

Sendingin kann síggjast her.

 

Í morgin verður Bogi Hansen, saman við øðrum serkønum veðurlagsfrøðingum uttan úr heimi, at hoyra á serligum tiltaki í Norðurlandahúsinum. Frøðingarnir fara at røða um veðurlagsbroytingar, og hvat vit kunnu vænta okkum, og sjálvandi eisini teir møguleikar, sum broytingarnar kunnu viðføra. Tiltakið, sum hevur heitið “Arktiskar/føroyskar veðurlagsbroytingar”, er ókeypis og byrjar kl. 19:30.