27. Feb. 2017

Fyrsti hydrografi-túrurin liðugur

 

Týskvøldið í farnu viku kom Magnus Heinason aftur av fyrsta túri í ár. Á hesum túri skuldu hiti og salt mátast eftir standard skurðunum, umframt at ymsir aðrir prøvar skuldu takast. Farið varð avstað mikudagin 15. februar og byrjað varð at máta hita og salt við CTDini á skurðinum norðanfyri. Veðrið var gott og tað gekk væl at taka hendan skurðin. Síðani var hildið fram at taka skurðir á Rygginum og vestanfyri. Vestanfyri bleiv ein nýggjur skurður tikin, sum gongur úr Koltursnakki í ein høgan útsynning, beint gjøgnum tað gróðrarríkasta økið á Landgrunninum. Eftir ætlan skal hesin skurður takast fleiri ferðir í ár, har nærri kanningar av djóra- og plantuæti eisini skulu gerast.

 

Tá liðugt var vestanfyri blivu teir báðir skurðirnir í Hetlandsrennuni tiknir. Sum heild gekk túrurin væl, tó at onkrir trupulleikar vóru. Siglingarleiðin hjá Magnusi Heinasyni á túrinum sæst á myndini og túrfrágreiðingin kann lesast her.