13. Jan. 2017

Arbeiðsfundur um data frá Norrönu

 

Fyrst í hesi vikuni var ein arbeiðsfundur (workshop) á Havstovuni um m.a. streymmátingarnar, sum verða gjørdar við Norrönu. Tað eru Dr. Tom Rossby frá University of Rhode Island og Dr. Charles Flagg frá Stony Brook University, sum i 2006 fingu ein streymmátara umborð á Norrönu, umframt aðra útgerð, sum mátar hita og saltinnihald í sjónum.

 

Teir hava fingið fígging frá amerikanska granskingargrunninum National Science Foundation (NSF) til at gera hesar mátingar. Í heyst fekk leiðslan á Smyril Line eitt takkarskriv (Letter of appreciation, Mynd 2) frá NSF fyri vælviljan at lata Norrönu hava hesa útgerð umborð. Jógvan í Dávastovu frá Smyril Line var eisini við á fundinum, og hann greiddi m.a. frá einum nýggjum farmaskipi, sum felagið hevur keypt.

 

Hetta skipið verður eftir ætlan eisini útgjørt við einum streymmátara næstu ferð, tað fer í dokk, tó treytað av at fígging fæst til hetta.

 

Mynd 1. Stigtakararnir til at gera streymmátingar við Norrönu. Frá vinstru Dr. Tom Rossby, Jógvan í Dávastovu, ábyrgd fyri quality management, safety & security hjá Smyril Line og Dr. Charles Flagg. Í bakgrundini sæst nýggja farmaskipið hjá Smyril Line.

 

Mynd 2. Certificate of appreciation (takkarskriv), sum Smyril Line í heyst fekk frá National Science Foundation í USA.

 

Tað var Dr. Tom Rossby sum, saman við fólki av Havstovuni, tók stig til arbeiðsfundin. Á fundinum vóru 11 útlendskir granskarar umframt fólk frá Havstovuni. Ymsar framløgur vóru, sum førdu til gott kjak. Samandráttur frá fundinum verður skrivaður í eini frágreiðing, sum verður løgd á heimasíðuna hjá Havstovuni í komandi mánað.

 

Mynd 3. Luttakararnir á fundinum.