03. Jan. 2017

Havstovuárið 2016

 

Nú árið 2016 júst er farið afturum, kann vera hóskandi, í stuttum at taka saman um arbeiðið hjá Havstovuni at tæna okkara høvuðsvinnu.

 

Uppsjóvarfiskur
Uppsjóvarfiskur hevur sjálvsagt merkt virksemið á Havstovuni nógv farna árið. Fýra rannsóknartúrar blivu gjørdir í samstarvi við skip frá øðrum strandalondum: Í apríl kannaði Magnus Heinason svartkjaft sunnanfyri, í mai kannaði skipið sild norðanfyri og í mai-juni nøgdirnar av makreleggum sunnanfyri. Í juli bleiv Tróndur í Gøtu leigaður at kanna makrel norðanfyri. Á øllum trimum túrunum blivu kanningar av sjógvi og æti eisini gjørdar. Eisini gjørdi Christian í Grótinum eina styttri kanning av sild í føroyskum sjógvi í desember, umframt at prøvar støðugt eru tiknir av veiðuni hjá fiskiskipunum. Úrslitini eru grundarlag undir stovnsmetingum og tilmælum til myndugleikarnar.

 

Stovnsmetingarnar vístu vøkstur í øllum trimum stovnunum, sild svartkjafti og makreli.

 

  • Makrelstovnurin er framvegis væl fyri. Tilgongdin tykist vera nakað lægri enn árini frammanundan, men óvissan um tilgongd hjá hesum fiskaslagi er rættiliga stór.
  • Svartkjaftastovnurin hevði nøkur ár herfyri eitt tíðarskeið við vánaligari tilgongd og minkandi stovnsstødd. Tilgongdin er nú batnað og stovnurin er vaksin og er væl fyri.
  • Sildastovnurin hevur í fleiri ár verið í minking vegna vánaliga tilgongd. 2013-árgangurin sær tó út til at vera heldur betur, og vónandi fer hann at síggjast aftur í gýtingarstovninum, tá tann fiskurin er kynsbúgvin. Eisini er merkisvert, at hesi seinastu árini hevur størri og størri partur av sildastovninum verið vesturi á okkara leiðum um veturin.

 

ICES mælir til økingar í mest loyvdu veiðu av svartkjafti, norðhavssild og makreli í 2017 uppá ávikavist 73%, 104% og 22% í mun til 2016.

 

Uppsjóvarstovnarnir eru felags ogn saman við hinum strandarlondunum. Føroyar eru við í avtalu um býtið av makrelinum, og samráðingar eru millum strandarlondini um nýggjar býtisavtalur um silda- og svartkjaftastovnin. Vísindaligt tilfar hevur stóran týdning í hesum samráðingunum, og Havstovan er fakligur ráðgevi hjá føroyska samráðingarleiðaranum.

 

Botnfiskur
Hesi seinastu árini hevur upsi verið okkara høvuðsbotnfiskaslag undir Føroyum. Tilgongdin hevur verið miðal og yvir miðal seinastu árini. 2011-árgangurin og serliga 2012-árgangurin vóru góðir, og stovnurin er í vøkstri. Havstovan mælti til óbroytt fiskidagatal fyri fiskiárið 2016-2017. Fiskiskapurin er góðkendur sum burðardyggur av MSC.

 

Verri stendur til við toska- og hýsustovninum. Tilgongdin hevur svikið í nógv ár á rað, stovnarnir eru smáir og veiðan av toski og hýsu hevur verið sera lítil í nógv ár á rað. Í tey meira enn 100 árini við veiðuhagtølum, er hetta nógv tað longsta tíðarskeiðið við vánaligum fiskiskapi av toski og hýsu, og líkt er til, at vit eru í tí vánaligasta tíðarskeiðinum fyri toskastovnin á Landgrunninum í tey seinastu 300 árini. Tíverri eru eingi tekin um góða tilgongd av toski. Tó eigur at vera lagt afturat, at á yngulkanningini í juni 2016 var væl av toskayngli. Nøgdin var yvir miðal og tann størsta síðani 2009. Enn er ov tíðliga at siga, í hvønn mun hesin yngulin fer at yvirliva og seta til gýtingarstovnin. Vit vóna sjálvsagt tað besta.

 

Fyri hýsu eru tó glottar fyri framman. Ábendingar eru um, at 2015-árgangurin er rættiliga góður, og sannlíkt er, at hesin árgangurin fer at síggjast í fiskiskapinum í 2017. Yngulkanningarnar í juni 2016 vístu harumframt, at heilt væl var av hýsuyngli, og at nøgdin var enn størri enn árið frammanundan. Megna vit at umsita hýsustovnin rætt, er sostatt vón um at fáa støddina á hýsustovninum upp aftur, har hon eigur at vera.

 

Kalvin hevur verið í minking í nógv ár á rað og neyðugt er við tiltøkum, fyri at økja um sannlíkindini fyri frægari tilgongd. Serliga eigur gýtingin at verða betur vard.

 

Longustovnurin hevur verið í vøkstri í fleiri ár og er væl fyri. Stovnsmetingar verða ikki gjørdar av brosmu, men veiðan í mun til royndina hjá línuskipunum er lítið broytt. Hetta bendir á, at stovnurin er rættiliga støðugur.

 

Gulllaksur hevur stóran týdning fyri tey skip og fyri tær fyritøkur, ið hava loyvi til tann fiskiskapin . Stovnurin tykist vera hampuliga væl fyri. Hetta er einasti fiskiskapur, ið er stýrdur við kvotum og fiskiskapurin hevur góðkenning sum burðardyggur av MSC.

 

Á Føroyabanka er ein góður hýsuárgangur frá 2015 á veg. Um tað sama er galdandi fyri tosk, eru vit ikki før fyri at siga enn; tað fara yvirlitstrolingarnar í 2017 at siga okkum meira um. Yngulkanningarnar vístu meira av toska- og hýsuyngli á Bankanum í 2015 og 2016 enn tey 9-10 árini frammanundan og eisini var gott æti til yngulin. Spennandi verður at síggja, hvussu fer at hildnast á Bankanum.

 

Hav- og vistskipanir
Havstovan hevur í fleiri ár tikið lut í stórum altjóða granskingararbeiði av havfrøðini í Norðuratlantshavi, og 2016 var einki undantak í so máta. Streymkanningar verða gjørdar og eisini verða aðrar kanningar av sjónum gjørdar regluliga. Kanningarnar hava stóran týdning í arbeiðinum at skilja tað sum fyriferst á opnu havleiðunum, herundir umhvørvið og føðiviðurskifti hjá uppsjóvarfiski.

 

Føðiumstøðurnar í sjónum hava sjálvsagt avgerandi týdning fyri tilgongd og vøkstur av fiski, so umráðandi er at skilja hesi viðurskiftini væl. Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum var nakað undir miðal í 2016. Á Landgrunninum hendi ein stór broyting í djóraætinum í 2016, sum eftir øllum at døma er til tað betra. Í tíðarskeiðinum 2010-2015 var meginparturin av djóraætinum eitt slag, ið tykist at vera vánalig føði hjá fiski. Men í 2016 broyttist hetta til aftur at líkjast tíðskeiðinum frammanundan. Eisini skal nevnast, at á seinastu yngulkanning (í juni 2016) bleiv fingið tað mesta av nebbasildayngli, ið hevur verið í tey góð 30 árini, ið yngulkanningar eru gjørdar.

 

Á víðum havi vóru nøgdirnar av reyðæti í 2016 tætt við miðal. Reyðæti er føði hjá sild makreli og svartkjafti.

 

Gransking og førleikamenning
Samanlagt luttók Havstovan í 11 ymiskum granskingarverkætlanum í 2015. Verkætlanirnar eru fíggjaðar av fiskivinnuni, ES granskingarsamstarvinum, donsku stjórnini, Fiskivinnuroyndum, Granskingarráðnum og yvir játtanina á fíggjarlógini.

 

Í løtuni eru tríggir granskarar á Havstovuni í PhD útbúgving. Hesi eru øll innskrivað á Fróðskaparsetrinum. Eftir ætlan fara tvey teirra at verja sína Phd ritgerð í 2017.

 

Havstovan hjálpir fegin granskarum við PhD og MSc og BS lesandi við verkætlanum, vegleiðing, arbeiðs­umstøðum og at finna fígging. Hetta hevur týdning fyri at førleikamenna og seta við nýggjar granskarar. Um lesandi eru, ið hava áhuga í havfrøði ella havlívfrøði og leita eftir evnum at granska í, eru tey vælkomin at seta seg í samband við Havstovuna, fyri at fáa hugskot, tilfar og vegleiðing.

 

Rannsóknarskipið
Í farna ári bleiv bygging av nýggja rannsóknarskipinum bjóðað út til fimm útvaldar skipasmiður. Trý tilboð komu inn og arbeitt verður nú við at kanna tilboðini við tí endamáli at fáa sáttmála um bygging í lag. Árið 2017 verður eitt spennandi ár, har vit eftir ætlan fáa sett gongd á bygging av einum nýggjum og tíðarhóskandi rannsóknarskipi til fiskivinnutjóðina Føroyar.

 

Størri áhersla í 2017.
Myndugleikarnir ynskja, at Havstovan skal økja sína gransking, stovnsmeting og ráðgeving og at Havstovan skal taka upp fiskastovnar, ið lítið ella einki verður gjørt við í dag. Í tí sambandi hevur Løgtingið samtykt økta játtan til Havstovuna. Havstovan tekur fegin ímóti hesum møguleikanum og lýsir eftir nýggum fiskifrøðingi.

 

Bæði rannsóknarskipið og ynskið frá myndugleikunum um størri áherslu á gransking av okkara tilfeingi, bera boð um eina spennandi framtíð, sum Havstovuna tekur ímóti við góðum treysti.

 

Havstovan takkar fiskivinnuni fyri gott samstarv í farna ári, við ynskjum um eitt gott komandi ár.