27. Des. 2016

Kryplingur

 

Av og á fáa vit vanskaptar fiskar inn á Havstovuna.

 

Nú ein dagin kom ein toskur (sí mynd) okkum í hendi, sum báturin “Sniolvur” av Sandi hevði fiskað. Toskurin hevði vanskaptan rygg. Hann varð fiskaður vestanfyri á línu á 61°45 N og 07°19 W á uml. 55 favna dýpi. Hann vísti seg at vera 4 ára gamal, 39 cm langur og vigaði 944 gram kruvdur. Ein vanligur fýra ára gamal toskur er um 64 cm langur og vigar 2,4 kg kruvdur, so vanskapti fiskurin var heilar 25 cm styttri enn vanligt.

 

Tað er ikki óvanligt at síggja kryplaðar fiskar, men hvør orsøkin er, er óvist. Møguligar orsøkir, sum hava verið nevndar, eru umstøður undir gýting, vitamintrot ella arvalig beinagrindssjúka.