05. Des. 2016

Blue-Action: Nýggj H2020 verkætlan

 

Havstovan er við í eini nýggjari H2020 verkætlan, kallað Blue-Action. Verkætlanin byrjaði 1. desembur og í tí sambandi var tíðindaskriv sent út, sum kann lesast her. Tað er Danmarks Meteorologiske Institut, sum leiðir verkætlanina saman við Max Planck Institut í Týsklandi. Hetta er ein lutfalsliga stór verkætlan við luttakarum úr 17 ymiskum londum.

 

Uppgávan hjá Havstovuni í hesi verkætlan er, saman við øðrum granskingarstovnum, m.a. at kanna, hvussu broytingar í hitaflutninginum í Føroyastreyminum ávirka Arktis og at greina tað djúpa rákið tvørtur um Íslandsryggin. Hesi úrslit verða síðani nýtt at betra veðurlagsmodel, við tí endamáli at t.d. árstíðarforsagnir gerast betri. Meiri er at lesa um Blue-Action her.