30. Nov. 2016

Fiskimannafelagið karmur um lutakastið í ár

 

Árliga lutakastið um kr. 12.500,- millum innsend fiskamerkir, verður fríggjadagin 2. desember kl. 11. Tað hevur verið siðvenja at hava lutakastið ymsa staðni í landinum, og í ár hevur Havstovan valt at hava tað í hølunum hjá Fiskimannafelagnum í Havn. Øll eru vælkomin.

 

Lutakastið er galdandi fyri merkingar, sum Havstovan stendur fyri. Úrslitini frá merkingunum verða millum annað nýtt til at greina ferðing, útbreiðslu, vøkstur og føði hjá fiskasløgunum.