29. Nov. 2016

Nýggj vísindalig grein um djúpa rákið í Bankarennuni

 

Tann 17. November í ár kunngjørdi tíðarritið “Ocean Science” eina nýggja grein frá Havstovuni: “A stable Faroe Bank Channel overflow 1995–2015”. Bankarennan (Faroe Bank Channel) er ein smøl og djúp renna millum Føroyabanka og Landgrunnin, og niðri í dýpinum á henni fossar ísakaldur sjógvur móti útnyrðingi. Hetta er sjógvur, sum er sokkin í arktisku havøkjunum norðan fyri okkum og nú er á veg niður í dýpið í heimshøvunum.

 

Við sær ber hesin sjógvur oxygen (ilt, súrevni), sum er fortreytin fyri, at fiskur og annað djóralív kann anda og liva niðri í havsins dýpi. Hann ber eisini við sær CO2, sum hann hevur fingið frá luftini, áðrenn hann sakk norðan fyri okkum. Hetta minkar um innihald av CO2 í luftini og minkar tí eisini um árinið av veðurlagsbroytingunum. Um sjógvurin hitnar, tekur hann haraftrat varma úr luftini, sum eisini minkar um upphitingina.

 

Bankarennan er eitt av heilt fáum støðum í heiminum, har sjógvur ferðast niður í djúphavið; men vandi er fyri, at globala upphitingin kann minka um styrkina í hesum rákum, og onkrar ábendingar eru um, at tað longu er farið at henda aðrastaðni.

 

Á Havstovuni hava vit síðan 1995 mátað styrkina í rákinum gjøgnum Bankarennuna, og nýggja greinin vísir greitt, at her hjá okkum er eingin minking í styrki. Sjógvurin er tó hitnaður nakað og er vorðin eitt vet saltari. Síðan aldarskiftið er hitin niðri við botn í Bankarennuni (á umleið 800 metra dýpi) øktur umleið 0,1 °C. Ikki er greitt, um hetta er av natúrligum ávum ella stavar frá CO2 útláti og globalari upphiting.

 

Hvør enn orsøkin er, so merkir hetta, at sjógvurin í Bankarennuni nú flytur meiri varma frá luftini niður í djúphavið, har hann ger minni skaða. Rákið í Bankarennuni ger tí framvegis sítt til at minka um veðurlagsbroytingarnar og teirra avleiðingar.

 

Greinin kann lesast her.