23. Nov. 2016

Kannaðu tosk, hýsu og upsa frá Sandshavinum

 

Prøvatakarar frá Havstovuni vóru fríggjadagin 4. november á landingarmiðstøðini Barðinum í Havn og tóku prøvar av fiski. Henda dagin landaði línuskipið “Sandshavið”. Íalt vórðu 131 toskar, 162 hýsur og 112 upsar longdarmátaði og vigaði henda dagin. Harafturat vórðu nytrur tiknar av 60 fiskum av hvørjum slagi. Nytrurnar verða brúktar til aldursgreiningar. Tyngsti toskurin í prøvanum vigaði 13,83 kg, tyngsta hýsan 3,8 kg og tyngsti upsin 9,1 kg, sí mynd niðanfyri. Talan er um kruvda vekt.

 

Longd á toski, hýsu og upsa í mun til kruvda vekt í prøvunum frá Sandshavinum henda dagin

 

Gjøgnum alt árið verða tílíkir prøvar tiknir av veiðu frá føroyskum fiskiskipum kring landið. Tá hesir eru liðugt viðgjørdir og aldurin á nytrunum er lisin, eru teir høvuðsgrundarlagið undir stovnsmetingini av ymsu fiskasløgunum kring Føroyar.

 

Toskur, sum verður kannaður.

 

Longdarmáting av toski.

 

Viging av toski.

 

Nytrur til at staðfesta aldur.

 

Skíggjamynd av elektronisku mátiskipanini.