15. Nov. 2016

Granskingarátak á Landgrunninum summarið 2018

 

7. og 8. november var ráðleggingarfundur á Havstovuni um ECOLINK-verkætlanina, sum m.a. snýr seg um at gera neyvari kanningar av føroyska landgrunninum á sumri 2018.

 

Havstovan og Århus Universitet hava í fleiri ár samstarvað um at gagnnýta vitan frá fiskanytrum og kúpuskel. Við at kanna árringar ber til at siga nakað um vistfrøðiligu gongdina á Landgrunninum frá tíggju- til hundraðtals ár aftur í tíðina. Danir eru eisini kønir í at kanna borikjarnur úr havbotninum, ið kunnu lýsa gongdina fleiri túsund ár aftur.

 

Fyri at økja um góðskuna av hesum óbeinleiðis vistfrøðiligu málum er neyðugt at knýta tey at neyvari og meira umfatandi kanningum av støðuni, sum hon er í dag. Sum partur av ECOLINK-verkætlanini eru danir sinnaðir at lata teirra nýggja granskingarskip R/V Aurora (http://forskningsskib.au.dk/om-aurora/) kanna føroyskt havøki í 2-3 mánaðir á sumri 2018. Havstovan ætlar at stuðla kanningunum við okkara granskingarskipi, Magnusi Heinasyni. Mánadagin 7. november løgdu granskarar úr Århus og av Havstovuni fram nýggj úrslit, og týsdagin 8. varð skjøtil settur á fyrireikingarnar av spennandi verkætlanini í 2018.