Rottan

 

Rotta er ringasta skaðadjórið fyri sjófugl (Mynd 1). Tær fyrstu rotturnar komu til Føroya í 1768 (Mynd 2) og hava avoytt drunnhvíta, skráp og meginpartin av lundanum í teimum oyggjum, tær eru komnar í. Fyrstu rotturnar komu við einum vraki, sum rak á land í Suðuroynni í mai 1768, og eftir bert trimum árum vóru tær um alla oynna. Skjótt eftir vóru rottur eisini í Streymoynni, Eysturoynni og Vágoynni. Til Norðoyggjar komu rotturnar gott hundrað ár seinri. Hetta hendi helst eftir at norðmenn høvdu bygt eina hvalastøð í Norðdepli í 1898, tí skjótt eftir hetta vóru rottur sæddar á Viðoynni, Borðoynni og Kunoynni. Síðani tá er rottan ikki komin fyri seg á øðrum oyggjum, hóast hon er sædd bæði í Sandoynni, Nólsoynni og Kalsoynni.

 

Rotturnar leggjast skjótt í bjørgini
Eitt dømi um hvussu skjótt rotturnar kunnu leggjast í bjørgini, hava vit av Viðareiði. Har komu rotturnar í bygdina umleið 1905, og tá vóru tvey sera stór lundalond norðantil á oynni, Rivið og Torva, har menn kundu fáa einar 20.000 lundar á fleyg um árið. Aftan á nøkur ár sóust rottur í hesum bjørgum, og lundin minkaði so nógv, at menn góvust við at fleyga har.

 

Vit mugu verja útoyggjarnar og hava eina tilbúgving tilreiðar
Fyribils er tað einasta, vit kunnu gera, at verja tær oyggjar, sum enn ikki hava fingið rottur. Fyrst og fremst má alt gerast fyri at tryggja, at rottur ikki verða fluttar út á útoyggjarnar. Um óhapp henda, ella illgruni er um, at rottur eru komnar í eina av hesum oyggjum, má ein tilbúgving vera til reiðar, sum alt fyri eitt kann fara til verka, áðrenn rotturnar nørast og spjaðast.

 

Kunngerð um rottutýning

Tann 1. januar 2018 kom nýggja kunngerðin um rottutýning í gildi. Kunngerðin vísir á skyldur og ábyrgd hjá kommunum, virkjum og einstaklingum í samband við rottu, og hvussu berast skal at, um rotta er staðfest. Sambært kunngerðini hava allir eigarar og leigarar av fastogn í bygdum og óbygdum øki skyldu til at: “tryggja, at rotta hvørki sleppur inn ella støðast millum hús, við bygningar, úthús, fjós, brunnar, rør, fóðurflakar, før o.a., og at tilfar og leivdir, sum kunnu draga rottu at sær, verður beint burtur”.

 

Rottufríar oyggjar og sjófuglur

Samanborið við undanfarnu kunngerðina, tekur hendan kunngerðin nógv størri atlit til rottufríu oyggjarnar og sjófuglin. Sí grein 6 ”Rottufríar oyggjar” niðanfyri.

 

§ 6. Rottufríu oyggjarnar eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Sandoy, Mykines, Skúvoy, Stóra Dímun og Lítla Dímun og hólmarnir, Mykineshólmur, Trøllhøvdi, Tindhólmur og Gáshólmur.

 

Stk. 2. Kommunan skal seta upp skelti á fleiri tungumálum við kunning um rottu, um fráboðan og rottufyribyrgjandi tiltøk á farstøðum, bryggjum og tyrlupallum, haðani farið verður til rottufría oyggj.

 

Stk. 3. Eigarar ella leigarar av skipum og bátum, sum regluliga sigla til rottufría oyggj, skulu seta upp skelti umborð við kunning um rottu, um fráboðan og rottufyribyrgjandi tiltøk, sambært vegleiðingini frá Umhvørvisstovuni um fyribyrging og týning av rottu.

 

Stk. 4. Skip og bátar skulu ikki liggja fyri akker nærri enn 500 metrar úr landi á rottufríari oyggj.

 

§ 7. Øll, sum flyta fólk, fæ ella farm til rottufría oyggj, skulu tryggja, at rotta ikki verður flutt við teimum út á rottufría oyggj.

 

Stk. 2. Tann, sum rekur far, sum siglir ella flýgur til rottufría oyggj, skal hava regluligt eftirlit við, um rotta er umborð, og, har tað er gjørligt, skulu rottufellur og rottueitur altíð vera umborð.

 

Stk. 3. Tann, sum eigur ella rekur undirsjóvartunnil til rottufría oyggj, skal áhaldandi hava eftirlit við, um rotta er í tunlinum, og skulu rottufellur og rottueitur altíð vera í tunlinum.

 

Stk. 4. Virki, heilsølur, handlar o.o., ið senda vørur til rottufría oyggj, skulu tryggja sær, at vøran ikki er fongd við rottu, og at vøran er pakkað og goymd soleiðis, at rotta ikki kann sleppa framat.

 

§ 8. Kommunur, ið varða av rottufríum oyggjum, skulu regluliga skipa fyri yvirvøku av rottu í oynni. Yvirvøkan skal gerast sambært vegleiðing frá Umhvørvisstovuni um fyribyrging og týning av rottu, og úrslitini latast Umhvørvisstovuni.

 

Stk. 2. Kommunur, ið varða av rottufríum oyggjum, skulu hava eina tilbúgvingarætlan fyri at týna rottu. Ætlanin skal gerast sambært vegleiðing frá Umhvørvisstovuni um fyribyrging og týning av rottu.

 

§ 9. Fær kommunan fráboðan um rottu í rottufríari oyggj, skal kommunan beinan vegin seta neyðug tiltøk í verk fyri at bøta um skaðan umframt varskógva Umhvørvisstovuna.”

 

Leinki til alla kunngerðina er her.


Mynd 1.
Rottan nørist sera skjótt. Hon er kynsbúgvin 3 mánaðar gomul og leggur upp til 5 ferðir um árið, har hon fær 6-11 ungar hvørja ferð. Eitt rottupar kann sostatt verða til einar 2000 rottur eftir einum ári, men vanliga verður talið “bert” 500. Fáar rottur gerast eldri enn eitt ár.


Mynd 2.
Rottan kom til Føroya í 1768. Hon sást fyrst í Suðuroynni, men kom skjótt eisini í Streymoynna, Vágar og Eysturoynna. Ikki fyrr enn gott 100 ár seinni spjaddist hon til Viðoynna, Borðoynna og Kunoynna. Nú eru so aftur liðin meira enn 100 ár síðani rottan er komin fyri seg á nýggjari oyggj, hóast hon er sædd bæði á Sandi, í Nólsoynni og á Kalsoynni. Rotta finst nú í 7 oyggjum, sum svara til 84% av samlaða arealinum í Føroyum.