26. Mai. 2016

Streymmátararnir tiknir upp

 

Magnus Heinason hevur verið úti til hydrografi kanningar og á túrinum vóru sjey av átta streymmátarum tiknir upp. Ein mátari lá eftir eystan fyri Munkagrunnin á umleið 335 metra dýpi. Samband fekst við mátaran, men hann kom ikki upp.

 

Hita- og saltmátingar blivu gjørdar eftir fýra sonevndum standardskurðum og ætiglúpur bleiv eisini tikin. Harafturat blivu hita- og saltmátingar gjørdar á eini leið norður av Føroyabanka, har ætlanin er at leggja tveir streymmátarar út á næsta hydrografi túri, sum verður í fyrru helvt av Juni. Hesin túrur er partur av EU verkætlanini NACLIM, sum Havstovan er við í.

 

Les alla túrfrágreiðingina her