28. Apr. 2016

Royndir við skiljirist í troli

 

Mánadagin seinnapart kom Magnus Heinason aftur av royndartúri við skiljirist. Endamálið við royndini var at kanna, hvussu væl ristin skilir tosk, hýsu og upsa.

 

Fyribils sær út til, at ristin skilir væl. Tað var meira av smáari hýsu og smáum upsa í trolinum við ongari rist, í mun til trolið við rist. Sí túrfrágreiðing her.

 

Á filmsupptøkum frá eina upsahálinum sæst, hvussu væl ristin skilir minna fiskin frá. Sí filmsbrotið her. Upptøkutólið stendur aftan fyri ristina, so at ein sær, hvussu fiskur svimur út gjøgnum hana.

 

Tekning, sum vísir hvussu skiljiristin riggar.