19. Feb. 2016

Havstovan við á Torradøgum

 

Havstovan verður umboðað á veðurlagsstevnuni á Torradøgum leygardagin 20/2 kl 15:00 í Klakksvík.

 

Veðurlagsráðstevnan byrjar við, at veðurfrøðingurin Jesper Theilgård úr DR fer at halda fyrilestur um komandi veður. Aftan á fyrilesturin hjá honum fer Bogi Hansen, havfrøðingur, stutt at greiða frá sambandinum millum veðurlag og streymarnar í havinum kring Føroyar. Frá náttúrunnar hond liggja okkara oyggjar sera væl fyri. Fram við Føroyum rekur sjógvur, sum stavar frá heitari leiðum, og sum tí hitar okkara havøki, luft og land. Føroyar eru tí nógv lýggjari, enn tú kundi væntað, tá tú hugsar um, hvussu norðarlaga vit liggja.

 

Men, hetta heita rákið er partur av eini størri streymringrás í Norðuratlantshavi, ið er knýtt at tí veðurlagi, sum er í dag. Køld luft í arktiska økinum norðan fyri okkum fær sjógv at søkka har norðuri og sýgur hetta heita rákið, sum fer fram við Føroyum. Alt bendir tó á, at arktiska økið fer at hitna ógvisliga hesa komandi øldina av tí CO2, sum vit menniskju lata út í luftina. Hetta kann ávirka pumpuna, sum drívur streymin fram við okkum, og Veðurlagsnevndin hjá ST hevur í nógv ár ávarað um, at streymringrásin í Norðuratlantshavi kann fara at vikna.

 

Hesi seinastu árini hava fjølmiðlarnir eisini av og á borið tíðindi um, at streymarnir longu eru viknaðir. Hetta hoyrdist millum annað seinasta heyst í sambandi við, at sjógvurin í landsynning úr Grønlandi var óvanliga kaldur í 2015 (“Tað bláa holið”, sí mynd). Serfrøðingar kjakast enn, um hetta veruliga er so; men hetta hevur, ið hvussu er, ikki fingið okkara heita streym at vikna. Tann stóra streymringrásin í Norðuratlantshavi stavar fyri ein part frá okkara leiðum; men hon kemur eisini frá einum øki millum Canada og Grønland, og tað er helst har, at rákið er viknað.

 

Streymin, sum fer fram við Føroyum, hevur Havstovan mátað nú í eini tjúgu ár, og her hjá okkum eru eingi tekin um veikari streym. Heldur er sjógvurin hitnaður hesa tíðina, og hann ber tí meiri varma við sær, enn hann gjørdi fyri tjúgu árum síðani. Einki bendir tí á, at okkara heiti streymur er viknaður; men hvussu verður í komandi tíðum, er torført at siga. Forsagnirnar hjá veðurlagsfrøðingum eru neyvar innan nøkur øki; men ikki fyri streymin í havinum. Vit vita tí enn ikki, um tað heita rákið fram við Føroyum verður støðugt ta komandi øldina ella ikki. Tí er eisini torført at siga við vissu, um Føroyar fara at hitna líka skjótt sum aðrir partar av heiminum, og hvussu okkara veðurlag fer at broytast.