28. Jan. 2016

Hitamátingar á Landgrunninum

 

Havstovan hevur hitamátarar liggjandi við Oyrargjógv og Skopun, ið støðugt máta hitan í sjónum. Hitin er áleið tann sami í báðum støðum. Orsøkin er, at sjógvurin innast á Landgrunninum verður so væl blandaður av sjóvarfalli. Mátararnir verða lisnir einar tvær ferðir um árið. Nýggjastu mátingarnar eru nú at síggja her.

 

Tann 1. desember 2014, varð hitamet sett í sjónum við Oyrargjógv. Henda dagin var miðalhitin í sjónum heili 9,18 hitastig, ið er tað heitasta, sum er mátað í desembermánað, síðani mátingarnar byrjaðu í 1914. 1. desember í 2015 var hitin við Oyrargjógv væl lægri, tá var hann 8,36 hitastig.

 

Hitamátingarnar verða gjørdar fyri at fylgja við langtíðarbroytingum, sum ávirka vistskipanina á Landgrunninum, og fyri at fáa meir innlit í útskiftingina av sjógvi millum opið hav og Landgrunnin.