08. Jan. 2016

Dekkari til Magnus Heinason

 

Søkt verður eftir dekkara til havrannsóknarskipið Magnus Heinason at byrja 15. februar 2016.

 

Tann, ið settur verður, skal hava heilsuváttan fyri sjófólk og trygdarskeið. Umframt skal hann hava góð samstarvsevni og vera røkin. Tað er ein fyrimunur at hava góðan kunnleika til trolreiðskap.

 

Lønar- og setanartreytir eru sbrt. sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

 

Nærri fæst at vita um starvið hjá Erling í Liða, reiðara (tlf. 35 39 00, e-post: This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ).

 

Umsóknarfreistin er 1. februar 2016.

 

Skrivligar umsóknir við viðmælum ella líknandi skulu sendast Havstovuni:

 

Havstovan, Nóatún 1, P.O. Box 3051, FO-110 Tórshavn
ella teldupost: This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.