15. Des. 2015

Eftirlitsætlan fyri sjófugl í Arktis

 

Støðan hjá sjófugli er eitt gott mát fyri, hvussu stendur til í havinum. Tí verður nógv gjørt fyri at fylgja við gongdini hjá sjófugli við teljingum og øðrum kanningum. Seinastu árini er áhugin fyri sjófugli í arktiska økinum vaksin munandi, og roynt verður tí at samskipa fuglakanningarnar, so tær kunnu samanberast, so mest fæst burturúr. Ein ætlan er tí gjørd, har mælt verður til, hvørjar kanningar verða gjørdar í teimum ymsu londunum, Føroyar íroknaðar. Hesar ætlanir síggjast í frágreiðingini Circumpolar Seabird Monitoring Plan,sum kann lesast her.

 

 

Myndin er av fulkubba, sum er tann svartfuglur, sum mest er til av; o.u. 25 milliónir fuglar. Hann eigur ikki í Føroyum, men sæst her um veturin.

 

 

Her síggjast øll økini, har tað verður mælt til at kanna sjófugl. Ì frágreiðingini verður neyvari lýst, hvørjar kanningar verða gjørdar nú, og hvørjar kanningar mælt verður til at gera í teimum ymisku plássunum framyvir.

 

Tey fuglasløgini, sum mælt verður til at kanna, eru vald út eftir, hvar í sjónum tey taka føðina. Terna, rita og havhestur taka t.d. føðina í vatnskopuni, meðan lomvigi og lundi kava djúpari, og æðan og skarvurin fara heilt niður á botn. Mælt verður eisini til, hvat hevur størsta týdning at kanna; t.d. talið av fugli, hvussu nógv kemur undan, hvussu stórur partur doyr burturav á hvørjum ári, og hvat fuglurin etur.