01. Des. 2015

Hvussu er hitin í dag?

 

Fyri júst einum ári síðani, tann 1. desember 2014, varð hitamet sett í sjónum við Oyrargjógv. Henda dagin var miðalhitin í sjónum heili 9,2 hitastig, ið er tað heitasta, sum er mátað í desembermánað, síðani mátingarnar byrjaðu í 1914. Í dag er aftur 1. desember. Hvussu hitin fer at roynast í ár, fer hitamátarin við Oyrargjógv at siga okkum í januar, tá hann aftur verður avlisin.

 

Í ársritinum Sjóvarmál 2015, sum Havstovan gevur út, er grein um hitametið í fjør. Øll greinin kann lesast her.

 

Sjóvarmál lýsir við orðum og myndum stóran part av virkseminum á Havstovuni.