13. Nov. 2015

Magnus Heinason liðugur fyri í ár

 

Magnus Heinason er nú liðugur at gera sínar árligu kanningar. Túrfrágreiðingar frá øllum túrunum hjá Magnus Heinason liggja her á heimasíðuni hjá Havstovuni.

 

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar bæði um várið (mars) og um heystið (august). Um várið verða tiknar 100 trolstøðir, og um heystið 200, spjaddar um allan Landgrunnin niður á 500 m dýpi. Høvuðsendamálið við hesum túrum er at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu og upsa, so sum veiða í vekt og í tali, longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning av nevndu sløgum. Í endanum av seinasta yvirlitstúrinum í august, varð eisini gjørd ein afturvendandi fjarðakanning, har endamálið er at gera kanningar uppi í sjónum og botnkanningar í firðum. Við einum CTD-tóli varð mátað hiti, salt, oxygen, ljós og nøgdir av plantuæti niður í gjøgnum sjógvin, umframt at sjógvprøvar vórðu tiknir til máting av klorofyl og tøðsøltunum nitrat, fosfat og silikat. Eisini bleiv botnmóran kannað og mátað.

 

Tveir túrar vórðu gjørdir á Føroyabanka, 48 hál spjadd um allan bankan. Ein túrur í mars og ein í september. Hesar kanningar eru liður í stovnsmetingunum av toski, hýsu og upsa, bæði á Landgrunninum og á Føroyabanka.

 

Ein svartkjaftatúrur varð gjørdur í mars mánaði, har endamálið var at kanna nøgdirnar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og í norðara parti av gýtingarøkinum. Ekkókanningin er partur av felagskanningunum av svartkjafti, skipaðar undir ICES "Working Group of International Pelagic Surveys" (WGIPS, fyrrverandi WGNAPES), saman við Noregi, ES og Russlandi.

 

Í apríl mánaði bleiv eisini ein túrur gjørdur at kanna nøgdirnar av sild og svartkjafti í økinum norðan fyri Føroyar ( í Norskahavinum). Eisini hesin túrurin var partur av felagskanningunum sum ICES skipar fyri.

 

Árligi biologiski oseanografitúrurin varð síðst í apríl mánaði, har endamálið m.a. er at máta nøgdir og sløg av plantu- og djóraæti og at fáa meira at vita um, hvussu umhvørvið ávirkar menningina av planktonsamfelagnum á Landgrunninum og beint uttanfyri um várið. Harafturat verður kannað, hvussu nógv reyðæti gýtir og at samanbera tað við umhvørvið og kanna spjaðing av fiskaeggum og –larvum v.m.

 

Í september var ein yvirlitstúrur gjørdur á djúpun vatni, har endamálið var at kanna botnfisk á djúpum leiðum. Áherðsla varð løgd á at kanna m.a. brosmu, blálongu, gulllaks, stinglaks, langasporl, trantkongafisk og svartkalva. Hitin við botn varð skrásettur.

 

Tað vóru tríggir trolroyndartúrar gjørdir í ár (apríl, mai og oktober), har høvuðsendamálið er at kanna upsaleiðir.

 

Í oktober mánaði gjørdi Magnus Heinason sín toskamerkingartúr. Her er endamálið at kanna ferðingarmynstrið hjá toski og øðrum fiski á føroyska landgrunninum.Merktir blivu tilsamans 2.045 fiskar.

 

Í alt gjørdi Magnus Heinason 21 túrar. Túralongdin er vanliga 7 ella 14 dagar.

 

Magnus Heinason byrjar aftur í februar 2016, og ímeðan verður neyðugt viðlíkahaldsarbeiði gjørt umborð.