20. Okt. 2015

Makrelur veksur seinni nú

 

Hóast makrelstovnurin hevur verið í hæddini seinastu árini, bæði í stødd og útbreiðslu, so vísa nýggjar kanningar, at vøksturin hjá hvørjum einstøkum makreli hevur verið minkandi síðstu árini.

 

Hetta vísur ein kanning, sum Anna Ólafsdóttir og Jan Arge Jacobsen, granskarar á Havstovuni, saman við granskarum úr Íslandi og Noregi, hava gjørt. Úrslitini eru nýliga kunngjørd í altjóða tíðarritinum “ICES Journal of Marine Science”.

 

Til dømis var miðalvektin á einum fýra ára gomlum makreli í 2005 tann sama sum á ein átta ára gomlum makreli í 2013. Eisini er miðalvektin fyri ávísar longdarbólkar minkað síðani 2005 (myndin). Grundin til hesa negativu gongdina kann vera, at makrelstovnurin er vorðin so mikið stórur, at kappingin um føðina er harðnað, samstundis sum tað tykist at nøgdin av sild eisini hevur eina negativa ávirkan á vøksturin hjá makreli – sildin kemur á summarbeitiøkini ein mánað áðrenn makrelurin. Ein onnur orsøk kann vera at økta útbreiðslan av makreli seinastu tíðina hevur ført við sær at makrelurin noyðist at svimja longur eftir føðini og tí brúkar meira orku enn fyrr - hetta ávirkar vøksturin negativt. Hinvegin tyktist sjóvarhitin ikki at hava ávirkað vøksturin so mikið, at tað sást aftur í kanningunum.

 

Kanningin er grundað á mátingar av gott 25 túsund makrelum, savnaðir inn í norska fiskiskapinum í Norðsjónum í tíðarskeiðinum 1984 til 2013.

 

 

Miðalvekt av makreli síðani 1984 fyri ymiskar longdarbólkar. Her sæst at vektin av einum ávísum longdarbólki er minkaður síðani umleið 2005, og kanska serliga nógv fyri tann størra fiskin. Óvissa á +-95% er víst sum loddrættar strikur hvørt árið.

 

Olafsdottir, A.H., Slotte, A., Jacobsen, J.A., Oskarsson, G.J., Utne, K.R., and Nøttestad, L. 2015. Changes in weight-at-length and size-at-age of mature Northeast Atlantic mackerel (Scomber scombrus) from 1984 to 2013: effects of mackerel stock size and herring (Clupea harengus) stock size. ICES Journal of Marine Science. http://icesjms.oxfordjournals.org/content/early/2015/09/22/icesjms.fsv142