28. Sep. 2015

Bogi heiðraður

 

Á Vísindavøkuni fríggjakvøldið fekk Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni, heiðursløn fyri framúr góða almenna miðling.

 

Ingolf S. Olsen handaði virðislønina. Í grundgevingini segði hann soleiðis:

 

“Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2015 verður latin Boga Hansen tí hann á fyrimyndarligan hátt lýkur tey trý krøvini til heiðurslønina:

 

  • miðlingin á høgum stigi til ein breiðan skara.
  • íkastið, sum økir fatanina av gransking í samfelagnum
  • fangandi og kjakkveikjandi miðling.

 

Hann ber fløkt og mangan torgreidd granskingarúrslit um hav og veðurlag fram á ein einfaldan og til tíðir eisini skemtiligan hátt. Ongi háfloygd orð, men vanligt gerandismál, sum øll skilja. Harafturat dugir hann sera væl at mynda úrslitini grafiskt, so boðskapurin kemur greiðari fram. Í eini framløgu nýtti hann til dømis mynd av burgarum fyri at vísa, hvussu nógv fiskur hevur at eta, tá gróðurin í havinum er ávikavist vánaligur og góður.

 

Í 2000 skrivaði hann bókina ”Havið” og í 2011 ”Veðurlagsbroytingar”. Tvær væl úr hondum greiddar bøkur, við nógvum litføgrum myndlýsingum, sum miðla torfør evnir á lættskiljandi hátt. Flestu myndlýsingarnar í bókunum hevði Bogi gjørt sjálvur.

 

Í 2001 fekk hann Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fyri bókina ”Havið”.

 

Í sambandi við Speki-fyrilestrar, sum Kringvarpið byrjaði at taka upp í 2008 fyri at miðla gransking til alt fólkið, hevur Bogi havt ein týðandi leiklut. Harumframt tekur hann eisini lut í vísindaligum kjaki í almenna rúminum og varpar harvið ljós á nyttuna av gransking.”

 

Bogi er millum fremstu havgranskarar í heiminum. Hetta er eitt granskingarøki, sum hevur stóran týdning fyri lívilíkindini hjá øllum okkum heimsborgarum og okkara eftirkomarum.

 

Bogi er við til at kanna og finna svar til spurningar, sum hava stóran týdning fyri Føroyar og altjóða samfelagið. Niðurstøðurnar og tilráðingarnar eru ikki altíð so hugaligar, tí tær geva boð um broytingar, sum í stóran mun eru skaptar av mannanávum, og har einastu ráðini oftast eru broyttur liviháttur í ríku nýtslusamfeløgunum, avmarking av útláti og harvið orkunýtslu.

 

Hetta er ikki altíð so væl sæð ella móttikið av heimssamfelagnum. Kortini er Bogi óræddur, áhaldandi og konstruktivur í síni miðling, og eru tað óivað hesir eginleikar, ið geva honum so stóra altjóða virðing, og sum saman við ítøkiligu granskingarúrslitunum tryggja honum eitt pláss í oddinum í altjóða hav- og veðurlagsgranskingini.”

 

Dómsnevndin, sum avgjørdi, hvør ið skuldi fáa heiðurslønina, var mannað við umboðum fyri Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrið og Granskingarráðið. Hesi vóru Ingolf S. Olsen, Malan Marnersdóttir og Annika Sølvará.

 

Havstovan ynskir Boga hjartaliga tillukku við heiðurslønini.