24. Sep. 2015

Havstovan aftur í ár á vísundavøkuna

 

Havstovan luttekur aftur í ár á Vísundavøkuni, sum verður fríggjadagin 25. september á Granskarasetrinum iNOVA.

 

Á básinum hjá Havstovuni verður eitt høvuðsevni: "Árið á Landgrunninum", har m.a. verður víst og greitt frá um ársvariatiónir hjá ávísum fiskasløgum.

 

Tiltakið er ókeypis og verður allan dagin frá 08:00 - 22:00.

 

Øll eru vælkomin

 

Skráin