18. Sep. 2015

Magnus Heinason kannað firðir

 

Í august á hvørjum ári ger Magnus Heinason ein stuttan túr í nakrar av okkara firðum. Tann 28. august var skipið á Skálafjørðinum, Kaldbaksfirði, Tangafirði og í Árnafirði.

 

Mátingar vórðu gjørdar av m.a. havfrøðiligum viðurskiftum og av oksygeninnihaldinum í sjónum, umframt at botnurin bleiv kannaður.

 

Í Skálafjørðinum er vanligt, at sjógvurin innan fyri Saltnesgrynnuna, frá umleið 40 metra dýpi og niður á botn, er avlæstur um summarið, og tí minkar innihaldið av oksygeni í hesum sjónum, sum summarið líður. Mátingarnar vístu, at niðri við botn, í dýpinum innan fyri Saltnesgrynnuna, var 1,7 mg av oksygeni/litur, sum svarar til umleið 20% mettleika. Hetta er tætt við miðal hesa ársins tíð.

 

Í Kaldbaksfirði var oksygeninnihaldið niðri við botn 4 mg/L, har tað var djúpast.

 

Í Árnafirði var sjógvurin blandaður niður ímóti botni, og nógv var av oxygeni í sjónum. 5 vikur frammanundan vístu mátingar á sama staði, at tá var lítið av oksygeni niðri við botn. Tað er merkisvert, at sedimentið í Árnafirði var meira reduserað enn í hinum firðunum, ið vórðu kannaðir, hóast væl var av oksygeni í sjónum.

 

Túrfrágreiðingin kann lesast her.