14. Sep. 2015

Stuttfilmur um makrelkanningar í 2015

 

Í juli mánaði gjørdi Havstovan kanningar av makreli í havøkjunum kring Føroyar. Hetta var ein partur av felagskanningum skipaðar saman við Grønlandi, Íslandi og Noregi. Endamálið við kanningunum var, at kanna útbreiðslu og nøgdir av makreli í Norðurhøvum um summarið.

 

Á túrinum vóru ymiskar kanningar gjørdar, bæði av fiski og umhvørvi. Stuttfilmurin vísir mannagongdirnar til tær flestu kanningarnar, sum blíva gjørdar umborð. Harumframt eru eisini undirsjóvarfilmsbrot av fiski í trolinum at síggja. Av tí at makrelur vanliga gongur í vatnskorpuni um summarið, varð trolað í vatnskorpuni, og tí bar til at filma í trolinum meðan tóvað var. Hesir filmarnir verða nýttir til at meta um, hvussu fiskurin flytur seg í trolinum meðan tóvað verður, og fyribils úrslitini av hesum vísa, at tað eru helst lítlar nøgdir av fiski sum ganga útaftur úr trolinum.

 

Filmur