03. Sep. 2015

Eitt vet meira til av hýsu í mun til í fjør

 

Magnus Heinason er júst liðugur við yvirlitstrolingina í august, har 200 hál vóru tikin á føroyska landgrunninum. Eitt vet meira – 23 % – var at fáa av hýsu í mun til í fjør. Nógv meira var at fáa av toski (74 %), men hetta komst mest av einum einstøkum háli vestan fyri Skúvoy.

 

Føðin hjá toski var øðrvísi í ár í mun til tey seinastu árini, við tað at hann át minni av flest øllum krabbadýrum. Í staðin át toskur nógv av einum ávísum slagi av krabba, sum annars ikki hevur verið vanligur í føðini.

 

Túrfrágreiðingin sæst við at trýsta her.