Teir 4, Hjálmar Hátún, Eilif Gaard, Jan A. Jacobsen og Petur Steingrund, høvdu hvør sína framløgu á Fiskivinnutinginum, sum var hildið í Klaksvík, mikudagin 19. august. Evnið var at lýsa støðuna hjá toska- og hýsustovnunum og umhvørvið á Landgrunninum seinastu árini. Heilt fitt av fólki var og lýddi á.
Framløgurnar kunnu síggjast sum pdf’ar á leinkjunum niðanfyri:
Hjálmar Hátún: Havfrøðilig viðurskifti .
Eilif Gaard: Æti og yngul .
Jan A. Jacobsen: Føði hjá makreli á Landgrunninum .
Petur Steingrund: Toskur og hýsa .