20. Aug. 2015

Streymál innast á Skálafirði

 

 Í milda veðrinum í morgun (hósmorgun 20/8-2014) sást týðiliga ein hvít ál av skúmi fara út frá sandinum í Skálabotni og mitt út eftir fjørðinum, sí myndina.

 

Skúmið í álini er ivaleyst plantuætið Phaeocystis pouchetti, sum ger skúm, ið sæst oman á sjónum. Phaeocystis er ein alga ið trívist væl, tá lítið tøðevni er í sjónum, og kemur hon tí ofta fyri seg seint á sumri. Ofta sæst hetta skúmið heilt inni við land, sum tað t.d. eisini gjørdi inni við sandin í Skálabotni í morgun.

 

Tað eru fleiri havfrøðilig fyribrigdi, ið kunnu savna skúm í álum. Í hesum førinum sær tað út til at koma av fyribrigdinum streymál (á enskum: rip-current), sum hendir tá regluligar aldur koma inn móti eini bogaðari strond. Tá skapast streymar fram við landi, sum síðani blíva bendir út úr víkini í hørðum streymálum, sí mynd niðanfyri. Sum sæst á myndini úr Skálafirði, er streymálin sera smøl. Møguliga hendir hetta javnan, tá lotið liggur inn eftir Skálafirði, men í morgun bleiv fyribrigdið sjónligt av skúminum.