20. Juli. 2015

Makrelkanningar lidnar

 

Christian í Grótinum er júst afturkomin av rannsóknartúri, har Havstovan hevur kannað nøgdirnar av makreli í havøkjunum kring Føroyar. Kanningarnar vísa, at sum heild var nakað meiri í ár enn í fjør, men nakað minni enn í 2013. Trolað varð í vatnskorpuni, har makrelurin vanliga gongur hesa tíðina. Nógv sild var eisini blandað upp í veiðuna, serliga norðan fyri oyggjarnar.

 

Kanningarnar eru skipaðar sum felagskanningar saman við íslendingum, grønlendingum og norðmonnum. Høvuðsendamálið er at kanna nøgdirnar og útbreiðsluna av makreli um summarið, tá hann er í Norðurhøvum at finna sær føði.

 

Ein felagsfrágreiðing verður gjørd seinni í august, eftir at øll skipini eru liðug við kanningarnar.

 

Meiri fæst at vita við at lesa túrfrágreiðingina her.

 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd. Veiða av makreli (grønt) og sild (reytt) í juli 2015. Støddin á sirklunum vísir nøgdina (tons) fyri hvørt trolhál (30 minuttir).