07. Juli. 2015

Støðan hjá æti og yngli

 

Yngul- og ætikanningarnar hjá Havstovuni í 2015 eru loknar. Hetta eru afturvendandi kanningar, sum hava til endamáls at kanna ta pelagisku vistfrøðina undir Føroyum á sumri, t.e. hita, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og fiskayngul. Við støði í hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli.

 

Sjógvurin í ár var kaldari enn hesi seinastu undanfarnu árini. Á Landgrunninum var lítið av gróðri. Væl var av djóraæti, og nøgdir og sløg av djóraæti líktust nógv tí, sum var í fjør. Mest var av slagnum Temora, ið tykist at hava lítið føðsluvirði fyri fiskayngul. Eins og í fjør var lítið til av flestu sløgunum av fiskayngli, og støddirnar á teimum vóru yvirhøvur smáttfallandi.

 

Á Føroyabanka var heldur meira av plantuæti. Væl var av djóræti, og sløgini av djóraætinum vóru góð føði hjá fiskayngli. Samanborið við í fjør og árini frammanundan var munandi meira av fiskayngli, ið tó enn yvirhøvur var smáttfallandi.

 

Frágreiðing um túrin sæst við at trýsta her.