18. Juni. 2015

Skjótur hydrografitúrur

 

Hóskvøldið í síðstu viku fór Magnus Heinason út at leggja streymmátararnar útaftur. Á túrinum blivu átta mátarar lagdir út: tveir mátarar í trolsikrum rammum (myndin) fóru á Munkagrunnin, tveir mátarar fóru í Hetlandsrennuna, tveir í Bankarennuna og tveir norðanfyri. Harafturat vóru hita- og saltmátingar gjørdar eftir tveimum stuttum standardskurðum vestur úr Mykinesi. Alt gekk eftir vild og Magnus Heinason var aftur á Havnini longu sunnukvøldið 14. Juni.

 

Hesin túrur er partar av EU verkætlanini NACLIM, sum Havstovan er við í.

 

Túrfrágreiðingin kann lesast her