16. Juni. 2015

Tilmæli frá Havstovuni um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa í fiskiárinum 2015-2016


Tilgongdin av toski og hýsu hevur svikið í fleiri ár á rað. Stovnarnir eru sera illa fyri og hava brúk fyri verju. Hinvegin er upsastovnurin hampiliga væl fyri.

 

Alt ov nógvir dagar eru í skipanini, soleiðis at teir als onga regulerandi ávirkan hava. Havstovan mælir til at taka burtur allar teir óbrúktu dagarnar úr skipanini. Samanlagt fyri allar skipabólkar, svarar hetta til umleið helvtina av teimum tillutaðu døgunum.

 

Veiðutrýstið á allar tríggjar stovnarnar liggur rættiliga tætt við langtíðarmálið, ið er galdandi tá stovnarnir eru væl fyri.  

 

Mælt verður til, at trolarar, ið serliga veiða upsa (bólkur 2), fáa sama tal av fiskidøgum sum teir brúktu dagarnir í fiskiárinum 2013-2014. Men fyri teir skipabólkar, ið serliga veiða tosk og hýsu, mælir Havstovan til einans at tilluta helvtina av teimum brúktu døgunum í fiskiárinum 2013-2014. So hvørt sum stovnarnir vaksa, kunnu fleiri dagar koyrast í aftur skipanina. 

 

Eisini mælir Havstovan m.a. til at friða ungfiskaleiðir umframt at endurskoða tey gýtingarfriðaðu økini fyri tosk. 

 

 

Tilmæli frá Havstovuni

 

 

Skjal 1

 

 

Skjal 2

 

 

Skjal 3

 

 

Skjal 4

 

 

Skjal 5