02. Juni. 2015

Fyrilestrar á POLSHIFT-ráðstevnuni

 

POLSHIFT-ráðstevnan hevði sum endamál at savna saman vísindafólk og fólk frá fiskiídnaðinum, sum arbeiða eitt nú við uppsjóvarfiski, genetik og veðurlagsbroytingum, at røða um ávirkanina av veðurlagsbroytingum á útbreiðslu og nøgd av uppsjóvarfiski, so sum svartkjafti, sild, lodnu og makreli, í Norðuratlantshavi.

 

Á ráðstevnuni vórðu fleir áhugaverd og viðkomandi evni umrødd. Millum annað varð tosað um broytingar í hitalagnum rundan um okkum, við serligum denti á broytingarnar aftan á 1995, tá sjógvurin hitnaði nógv á okkara leiðum. T.d. eru fleiri nýggj fiskasløg at síggja í íslendsku yvirlitstrolingunum seinnu tíðina. Eitt annað var lodnan, sum hevur flutt seg longur norður og inn undir ísin í Eysturgrønlandi.

 

Í øðrum førum er ikki talan um, at ein stovnur flytur seg norðureftir, men heldur at útbreiðslan veksur norðureftir –altso ein víðkan av útbreiðsluni. Makrelurin er eitt gott dømi um hetta. Stovnurin bæði veksur í nøgd og breiðir seg longur norður og vestur enn áður. Granskararnir Anna Ólafsdóttir og Selma Pacariz, ið báðar starvast sum post-doc á Havstovuni, hildu fyrilestrar um broyttu útbreiðsluna av makreli seinastu árini, lutvíst vegna broytingar í nøgdini av tøðsøltum, æti og av vaksandi stovnsstødd av makreli, og so broyttu hitaviðurskiftini í sjónum afturat.

 

Broytingar eru eisini í hinum uppsjóvarfiskastovnunum, t.e. sild og svartkjaftur. Onkur granskari helt, at nógvi makrelurin oyðir alt havið, soleiðis at onnur fiskasløg ikki klára seg longur. Tó er ikki vist, at samspælið í náttúruni er so einfalt. Talan kann eisini vera um eina ringrás, har hitin í løtuni er í hæddini, men sum so fer at minka aftur komandi árini.

 

Broytingar eru eisini at síggja í stovninum av tunfiski í Norðuratlantshavi, og helst er hetta orsaka av, at sjógvurin er hitnaður seinnu árini. Tað er soleiðis, at tunfiskur ikki fer at leita sær føði í sjógvi, sum er kaldari enn gott 10 hitastig. Eisini er nøgdin av føði hjá tunfiski, m.a. makrelur, vaksin og er at finna longur norðuri enn áður.

 

Genetiskar kanningar av sild, sum kunnu nýtast at skilja ímillum stovnar varð umrødd. Hetta kann verða fyri neyðini, tá fleiri ymiskir sildastovnar leita sær føði í sama øki um summarið. At enda varð kjak um ymsu tættirnir, ið nevndir høvdu verið á ráðstevnuni. Roynt var at seta hesar inn í eitt høpi, til at lýsa hvørjar ávirkanir veðurlagsbroytingar møguliga fara at hava á vistskipanirnar í Norðuratlantshavinum.

 

 

POLSHIFT-ráðstevnan varð hildin á íslendsku á Hafrannsóknastofnun í døgunum 14. og 15. apríl 2015. Millum 80-90 fólk luttóku, og harímillum vóru 24 fyrilestrarhaldarar.

 

Leinkja til einstøku framløgurnar (pdf): http://polshifts.neowordpress.fr/program-of-the-conference/

 

POLSHIFT-ráðstevnan er stuðlað fíggjarliga av AG-FISK, sum er ráðgevandi nevnd undir Norðurlendska Ráðharraráðnum (NMR).

 

Samskiparin av ráðstevnuni var Christophe Pampoulie, MRI, Ísland.

 

Í vísindaliga nevndini, sum skipaði fyri ráðstevnuni, sótu granskararnir:

Guðmundur Óskarsson, Marine Research Institute (MRI), Ísland

Sarah Helyar, Matís Ltd., Ísland

Aril Slotte, Institute of Marine Research (IMR), Noreg;

Jan Arge Jacobsen, Faroe Marine Research Institute (FAMRI), Føroyar

Horaldur Joensen, University of the Faroe Islands Faroe (UFI), Føroyar

Teunis Jansen, Greenland Institute of Natural Resources (GINR), Grønland.

 

Tveir av fyrilestrahaldarunum vóru Selma Pacariz (ovara myndin) og Anna Ólafsdóttir (niðara myndin) frá Havstovuni.

 

Jan Arge Jacobsen