05. Mai. 2015

Borgarafundur um Skúgvoynna sum Ramsarøki

 

Borgarafundur hevur verið í Skúgvoynni, har greitt varð frá, hvat tað merkir, at oyggin er blivin góðkend sum Ramsarøki. Hetta er ein altjóða góðkenning, sum setur Skúgvoynna á ein lista saman við øðrum týðandi fuglaøkjum í heiminum. Orsøkin til at Skúgvoyggin er góðkend, er stóra talið av sjófugli, ið heldur til har. Serliga er tað lomvigin, sum eyðkennir Skúgvoynna. Í 2009 vórðu taldir 97.000 lomvigar, og tað er um helvtin av øllum lomviganum í Føroyum. Annar fuglur í Skúgvoynni, sum eisini hevur týdning í atjóða høpi, er skúgvur, lundi, rita, skrápur og drunnhvíti. Tvær aðrar oyggjar eru eisini góðkendar sum Ramsarøki; Nólsoyggin fyri tann nógva drunnhvítan, sum har er og Mykines fyri lundan.

 

Ramsar-avtalan skal tryggja, at náttúruvirði, serliga fuglurin og vistskipan teirra, verða varðveitt eftir grundregluni um skynsama nýtslu. Um hetta ikki verður gjørt, verður Skúgvoyggin strikað av Ramsar-listanum. Hetta merkir m.a., at fuglaveiðan má vera burðardygg, men tað er eisini vanliga hugsanin, so hetta er ongin trupulleiki. Avtalan ber eisini í sær eina ábyrgd at verja fuglin ímóti hóttanum sum mús og rottu, sum gera um seg á nógvum øðrum oyggjum. Her er Skúgvoyggin væl fyri, tí hvørki mús ella rotta er í oynni, og tað er lítil møguleiki fyri, at tær koma við tí sambandinum, sum er út í oynna. Fyri at verja oynna ímóti mús og rottu hevur í nógv ár verið forboð fyri at flyta hoyggj og gras í stórum ballum til oynna. Forboð er eisini fyri at hava kettu í Skúgvoy, og tí sæst meira av mortítlingi og øðrum smáfugli her enn í bygdum, har ketta er. Ferðavinnan er enn ikki blivin so stór, at hon er til ampa fyri náttúruna, so góður møguleiki er fyri at skipa ferðavinnuna á burðardyggan hátt. Miðað verður ímóti at ein ætlan fyri Skúgvoynna verður liðug í ár.

 

Flestu skúgvoyingarnir vóru á fundi, og handilsmaðurin, Meinhard Hentze, legði fram tað, sum hevði størstan áhuga ímillum bygdafólkið. Semja var um, at høvuðsorsøkin til at sjófuglurin minkar er føðitrot, men hildið varð eisini, at skúgvastovnurin, sum nú er um 150 pør, er blivin ov stórur, og at hann eisini er orsøk til at summi fuglasløg mistrívast. Serliga stúra skúgvoyingar fyri, at skjóttgangandi bátar kunnu koma hagar at sigla við ferðafólki og órógva fuglin. Mælt varð tí til at gera eina kunngerð, sum ásetur mestu ferðina, sum loyvt er at sigla, tá ein er nærri enn 500 m úr landi.

 

Umhvørvissovan skipaði fyri Ramsar-fundinum, og ein Ramsar-nevnd varð sett fyri Skúgvoynna. Nevndin hevur fastar limir úr Umhvørvisstovuni, Havstovuni, Náttúrugripasavninum, Skúgvoyar kommunu, hagastýrunum og Sandoyar kunningarstovu. Fiskimálaráðið og Mentamálaráðið fylgja arbeiðinum.