15. Apr. 2015

Farnir frá fyri aldur

 

Í farnu viku var lítil samkoma á Havstovuni í sambandi við at Dánial M. Christiansen, Tórshavn og Heðin Hammer, Fámjin, sum báðir hava verið við Magnusi Heinasyni, fóru úr starvi fyri aldur.

 

Dánjal M. Christiansen, vanliga nevndur Beðin, var skipari og Heðin Hammer var dekkari. Báðir blivur settir í fast starv í januar 1990, men vóru tó leyst knýttir at skipinum í eina tíð áðrenn tað.

 

Havstovan takkar teimum fyri gott og drúgt samstarv, við bestu ynskjum frameftir.

 

Beðin hevur verið skipari á Magnusi Heinasyni í 25 ár

 

Heðin hevur verið dekkari á Magnusi Heinasyni í 25 ár