07. Apr. 2015

Svartkjaftakanningarnar sunnan fyri Føroyar lidnar

 

Magnus Heinason hevur gjørt kanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar saman við fýra øðrum rannsóknarskipum.

 

Fyribilsúrslitini vísa, at nógv av smáum svartkjafti stendur í føroyskum øki, og í ES økinum sunnan fyri markið. Hetta er 1-3 ára gamal fiskur og miðalvektin liggur millum 75 og 90 g. Tann búni svartkjafturin, ið hevur gýtt longri suðuri, er enn ikki komin norður í føroyskt øki.

 

Serliga nógv av tvey og trý ára gomlum svartkjafti er í føroyskum øki í ár, hetta eru 2013 og 2012 árgangirnir. Hetta er óbúgvin fiskur, sum er millum 20 og 25 cm til longdar. Vit sóu eisini hesar árgangirnar í fjør, og so er bert at vóna, at teir koma fyri seg. Fitt av eitt ára gomlum svartkjafti var at síggja, hesin er í miðal 18 cm til støddar.

 

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Russlandi. Hini skipini hava kannað økini longri suðuri. Samlaða nøgdin av svartkjafti, har tølini frá øllum rannsóknarskipunum verða við, verður roknað á fundi í Bergen 20-22 apríl.

 

Les alla frágreiðingina.

 

Jan Arge Jacobsen
8. apríl 2015

 

Ekkóvirðir av svartkjafti, Magnus Heinason 26/3 – 8/4 2015.