31. Mars. 2015

ICES havfrøði-bólkurin havt fund

 

Havfrøðibókurin hjá ICES (Working Group on Oceanic Hydrography, WGOH) hevði fund í síðstu viku í San Sebastian, Spania. Eitt av endamálunum hjá bólkinum er at gera niðurstøðu um havfrøðiligu støðuna í Norðuratlantshavi fyri farna ár. Úrslit og niðurstøður hjá limalondunum verða samansjóðað í eini rapport (ICES Report on Ocean Climate - IROC), sum væntandi kemur út seinni í ár. Í ár er ætlanin, at úrslitini eisini skulu verða at finna á heimasíðuni hjá IROC, so hvørt tey eru tøk.

 

Ein av fyribils niðurstøðunum á fundinum er, at sjógvurin í ovaru løgunum í Norðuratlantshavi framvegis er rættuliga heitur, men at saltinnihaldið nógvastaðni er lækkað niður á miðalstøði. Hetta er ikki vegna broytingar í subpolara meldrinum, men heldur tí at sjógvurin í hesum meldri er blivin feskari tey síðstu árini. Hendan broyting sæst eisini á okkara leiðum og nakað norður í Norska hav.

 

15 fólk vóru á fundinum, umboðandi 11 ICES limalond. Á fundinum tóku nýggjar forkvinnur við – tað eru Sarah Hughes umboðandi Marine Scotland Science í Skotlandi og Karin Margretha H. Larsen fyri Havstovuna. Formenn/kvinnur í ICES arbeiðsbólkum sita vanliga í 3 ár. Meiri er at lesa um WGOH arbeiðsbólkin her.