26. Mars. 2015

Framvegis lítið til av toski á Føroyabanka

 

Magnus Heinason er júst liðugur við yvirlitstrolingina á Føroyabanka í vár. Yvirlitstrolingin vísti, at tað framvegis er sera lítið til av toski á Føroyabanka. Magnus fekk bert 49 toskar í 19 hálum.

 

Teir vóru sera stórir og vigaðu í miðal 14 kg í rundari vekt. Hóast nebbasild var at síggja bæði í fiskamagum og í trolinum, sást hetta ikki aftur í øktari tilgongd av smáfiski. Minsti toskurin var heilar 89 cm langur. Hinvegin var nakað av smáari hýsu at fáa saman við teirri stóru hýsuni.

 

Les alla frágreiðingina her.