19. Mars. 2015

Gransking í útnorði

 

Í farnu viku vóru granskarar frá Havstovuni í Grønlandi á fundi um felags gransking í æti og fiski í útnyrðingsatlantshavi. Fundurin var saman við granskarum úr Grønlandi og Danmark.

 

Umframt kanningar á føroyska landgrunninum, verður samstarvað um kanningar av makreli, reyðæti, sum er føði hjá makreli, og havfrøði í havøkinum úr Føroyum og vestur í Irmingarhavið. Áhugaverdar framløgur og kjak vóru um m.a. broytingar í útbreiðslu og atburði hjá makreli, æti og havfrøði í hesum stóra havøki. Úrslit vórðu samanborin, og kjakast varð um, hvussu vistskipanin hongur saman.

 

Danska stjórnin hevur fíggjað granskingarsamstarvið við 10 mió kr. Tað byrjaði í 2013 og endar í 2016.