10. Mars. 2015

Meira nebbasild enn í fjør

 

Fyrra helvt av yvirlitstrolingunum á føroyska langrunninum er nú liðug. Tað var eitt sindur minni at fáa av toski, men meira av hýsu og upsa í mun til í fjør. Tað var eisini meira til av nebbasild, og tað sást bæði í trolinum og í fiskamagum.

Hetta bendir á, at nakað av nebbasildini, sum var at síggja í fjør hevur yvirlivað.

 

Túrfrágreiðingin kann lesast her.

 

Eitt heildaryvirlit yvir veiðuna fyri allan føroyska landgrunnin sæst í túrfrágreiðingini fyri túr 1506.

 


Mynd 1. Mangan hevur verið meira at fáa av gýtandi toski norður úr Eiðiskolli.