19. Feb. 2015

Viðmerking til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum

 

Í kjakinum í Degi og Viku týskvøldið 17. februar hevði landsstýrismaðurin nakrar útsagnir viðvíkjandi Havstovuni, ið undirritaði vil viðmerkja.

 

Sjónvarpsmaðurin innleiddi við at vísa tvey kut úr kjaki vikuna frammanundan, har undirritaði m.a. segði, at

 

  • Toska- og hýsustovnarnir eru søguliga smáir, og teir verða ikki røktir í tráð við fakligu tilmælini.
  • Havstovan hevur mælt myndugleikunum til at seta í verk eina umsitingarætlan fyri botnfiskastovnarnar.

 

Landsstýrismaðurin vísti aftur útsøgnini um manglandi stovnsrøkt við at siga, at hóast politiska skipanin ikki hevði fylgt tilmælunum frá Havstovuni, so hevur tað brúkta fiskidagatalið samsvarað neyvt við tað, ið fiskifrøðin hevði mælt til, og tí hildu argumentini hjá Havstovuni ikki. Fiskidaga­skipanin er, sambært landsstýrismanninum, sjálvregulerandi og støðan í toska- og hýsustovnunum kemst einans av náttúrunar ávum. Tí hevði hann onga ábyrgd av vánaligu støðuni hjá stovnunum.

 

Av tí at landsstýrismaðurin leggur undirritaða undir at koma við útsagnum, ið ikki halda, vil eg koma við hesari viðmerking: Fiskifrøðilig tilmæli miða ímóti, at vit skulu veiða ein ávísan part í tali úr gýtingarstovnunum. Fyri tosk er parturin 25% og fyri hýsu er hann 22% um árið. Hetta verður nevnt veiðutrýst. Um stovnurin er undir eitt frammanundan ásett minstamark, skal parturin ið veiddur verður, vera minni enn hetta, inntil stovnurin aftur er komin upp á minstamarkið. Um veiðutrýstið er hægri enn gott er (tvs. ov stórur partur av stovninum verður veiddur hvørt árið), verður mælt til at minka talið av fiskidøgum samsvarandi komandi fiskiárið, fyri á tann hátt at koma á tað veiðutrýstið, ið ynskiligt er.

 

Landsstýrismaðurin hevur rætt í, at hesi seinastu árini er tað brúkta fiskidagatalið minkað rættiliga nógv. Hetta er ikki vegna politisk inntriv, men tí at minni hevur verið roynt. Orsøkin er tann einfalda, at tá fiskifør liggja vegna fiskaloysi, minkar tað brúka fiskidatatalið sjálvsagt. Vit hava sæð hetta fyrr, ikki minst í fiskaloysinum fyrst í 1990 árunum. Men hann hevur ikki rætt í, at brúkta dagatalið samsvarar neyvt við tað tilmælta. Rætt er, at summi av hesum seinastu árunum er tað brúkta dagatalið (vegna fiskaloysi) minkað so nógv, at tað hevur líkst teimum tilmæltu niðurskurðunum frá Havstovuni, men mong onnur ár eru teir brúktu fiskidagarnir alt ov nógvir, og harvið veiðitrýstið alt ov høgt, og er ikki í samsvari við tilmælið frá Havstovuni. Tann allarstørsti trupulleikin er tey tíðarskeiðini, tá fiskur er at fáa. Tá fylgja hvørki teir tillutaðu ella teir brúktu fiskidagarnir teimum fiskifrøðiligu tilmælunum. Tá økist hugurin at royna aftur, og veiðutrýstið økist í stórum. Úrslitið er, at teir árgangirnir, ið skulu gera stovnin føran fyri at taka ímóti náttúrligu sveiggjunum, blíva veiddir, áðrenn teir eru førir fyri at bera stovnin víðari. Úrslitið er óneyðuga stór sveiggj, bæði í tilgongd og fiskiskapi.

 

Einki løgið er í, at royndin minkar, tá fiskaloysi er. Avbjóðingin er at gera tað, ið gerast kann, fyri ikki at koma í fiskaloysi. At tálma fiskiskapinum so mikið í góðum tíðum, at stovnurin er stórur og førur fyri at tola vánalig náttúrlig viðurskifti í fleiri ár. Tað er stovnsrøkt, og tað er her, at tað sjálvvirkandi í verandi skipan ikki riggar. Tað er tá fiskur er at fáa, at ósamsvarini eru størst millum teir tilmæltu og teir brúktu dagarnar. Rættast hevði tí verið at spurt, í hvønn mun tað, at bátar liggja vegna fiskaloysi, er úrslit av vánaligari stovnsrøkt árini frammanundan.

 

Havstovan veit sjálvandi fullvæl, at náttúruviðurskiftini eru skiftandi. Ein stórur partur av tí dagliga arbeiðinum á stovninum er júst kanningar av náttúruviðurskiftum, og okkum kunnugt er ikki trúligt, at náttúruviðurskiftini hesi seinastu árini kunnu vera einasta orsøk til vánaligu støðuna í toska- og hýsustovnunum. Leggjast kann afturat, at flestu fiskastovnar rundan um okkum hava verið økjandi hesi seinastu árini 5-10 árini, men ikki teir føroysku botnfiskastovnarnir.

 

Í okkara fiskifrøðiligu tilmælum verður miðað ímóti, at stovnarnir skulu tola vanlig afturvendandi sveiggj í náttúruviðurskiftunum. Í stuttum má staðfestast, at tann parturin, ið verður veiddur úr toska- og hýsustovnunum, er væl hægri enn tilmælt – tá flotin ikki liggur vegna fiskaloysi. Eg havi torført at síggja tað sjálvregulerandi í hesum.

 

Eilif Gaard
Havstovan