12. Feb. 2015

Magnus Heinason fer fyrsta túr í ár

 

Í dag byrjar siglingar- og kanningarætlanin hjá Magnusi Heinasyni fyri 2015. Í ár verða tað 21 túrar harav 17 eru sokallaðir "rannsóknartúrar" og 4 eru "praktiskar fiskiroyndir".

 

Fyrsti túrurin er, sum vant, ein hydrografiskur rannsóknartúrur, har hiti salt og onnur umhvørvistøl verða máld. Endamálið við hesum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar.

 

Túrurin er ein partur av teimum regluligu kanningunum eftir 6 standardskurðunum, sum ganga út frá landgrunninum.

 

Hesin túrurin er eisini ein partur av NACLIM-verkætlanini, sum er ein altjóða verkætlan, har tilsamans 17 grannskingarstovnar úr 9 europeiskum londum eru við. Verkætlanin verður stýrd av universitetinum í Hamburg. (Lesast kann meir um verkætlanina NACLIM her: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=7&Itemid=111)

 

Aftaná túrin verður ein túrfrágreiðing løgd á heimasíðuna hjá Havstovuni.