03. Feb. 2015

Save a third for the birds

 

Ein heimsumfatandi kanning vísir, at um fiskastovnurin, sum fuglurin livir av, fer niður um 1/3, so minkar talið av pisum í stórum. Tí verður sagt, goym "one-third-for-the bird".

 

Tað er ikki tí at fuglurin etur 1/3, men um fiskastovnurin fer niður um hetta markið, so fær fuglurin ikki fatur á nóg nógvum fiski til sín og pisurnar. Í Føroyum er nebbasild vanligasta føðin hjá sjófuglinum, men hon verður ikki fiskað, og tí eru tað tær natúrligu umstøðurnar, sum gera av, hvussu stórur stovnurin er.

 

Granskarar hava samanborið 14 sjófuglasløg í 7 ymiskum vistskipanum fyri at kanna, hvussu broytingar í føðigrundarlagnum ávirka talið av pisum, sum koma undan. Fyri øll sløgini og allar vistskipaninar er tað eitt klárt samband, sum vísir, at tá ið tann vanliga føðin hjá einum fuglaslagi fer niður um 1/3 av tí, sum var, tá ið mest var til, so minkar talið av pisum brádliga. Eisini gerast sveiggini størri, og í nógvum førum gevast fuglarnir at reiðrast.

 

Í hesi kanningini vóru bert nýttar tíðarseriur, har góð tøl eru fyri, hvussu stórir stovnarnir av fiskinum, sum fuglarnir eta, hava verið. Í Føroyum er nebbasildin tann fiskurin, sum teir flestu fuglarnir eta um summarið, men av tí at nebbasild ikki verður veidd undir Føroyum, hava vit ikki tøl fyri, hvussu stórur stovnurin av vaksnari nebbasild hevur verið. Yngulkanningar verða tó gjørdar, og tær geva eina ábending um, hvussu stendur til, og harafturat hava vit fuglateljingar, sum eisini kunnu hjálpa til. Sera fáar pisur eru komnar undan seinastu 12 árini, hjá teimum fuglunum, sum vanliga føða pisurnar við nebbasild t.d. lomviga, lunda, ritu og ternu. Vit kunnu tí siga, at nebbasildastovnurin seinastu 12 árini hevur verið undir 1/3 av tí, sum hann var, tá ið hann var upp á tað mesta. Helst hevur nebbasildastovnurin verið munandi minni summi av árunum, tí magakanningar av toski vísa, at heldur ikki toskurin hevur fingið fatur á nógvari nebbasild. Toskurin hevur tó funnið meira nebbasild seinastu árini, men enn er lítil bati at síggja í sjófuglinum.

 

 

Kanningin stendur í kenda tíðarritinum Science og sæst her:

archimer.ifremer.fr/doc/00056/16770/14307.pdf